Seinasta samdøgrið hevur løgreglan gjørt nógvu burturúr at kanna ferðsluna, men sum heild hevur skilið verið gott, varð sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun.
Í gjár millum klokkan 11 fyrrapartin og klokkan 23 um kvøldið hevði løgreglan seks málrættað átøk í norðurøkinum og høvuðsstaðarøkinum. Kannað varð, um bilar koyrdu ov skjótt, og um bilførarar koyrdu ávirkaðir.
Eingin varð tikin fyri at koyra ávirkaður, men ein bilførari fekk eina bót fyri at koyra 73 km/t í bygdum øki.
Í nátt var løgreglan aftur úti og kannaði ferðsluna, og hesa ferð vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra munandi skjótari, enn loyvt var í bygdum øki.
Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 75 og 80 km/t, meðan triði bilførarin fekk eina treytaða frádøming fyri at koyra 85 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald