2019-07-18 09:54
Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar í Kollafirði, og í hesum sambandi vórðu fýra mál skrásett.
Løgreglan sigur, at tey góvu tvær bøtur, eitt klipp og eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Sambært in.fo, fingu tveir bilførarar bót fyri at koyra millum 51 og 70 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað bert er loyvt at koyra 50.
Ein fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra millum 101 og 110 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað bert er loyvt at koyra 80.
Hin fjórði førarin fekk treytaða frádøming fyri at koyra millum 111 og 120 kilometrar um tíman, eisini í óbygdum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald