2021-02-06 15:25

Í dag hava fýra kavarar avgreitt endaligu kavingina í sambandi við grundskeið teirra í frítíðarkaving.
Kavað varð í Haraldssundi, og tað gekk framúr væl, skrivar Faroedive.
Tað serliga við hesum næmingatoyminum er, at talan er um fýra kvinnur, og at tær eru úr Týsklandi, Danmark og Noregi.
Av tí at talan var um næmingar úr útlondum, gekk undirvísingin eisini fyri seg á eingilskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald