Uttanlands

Fýra latið lív í rakettalopi í Lviv

Hetta fer at fáa avleiðingar fyri Russland, sigur ukrainski forsetin

Lviv, Ukraina (Mynd: EPA)

Lviv, Ukraina (Mynd: EPA)

2023-07-06 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra persónar hava latið lív, og 32 persónar eru særdir, eftir at ein russisk rakett í nátt rakti ein íbúðabygning í vesturukrainska býnum Lviv, ið liggur góðar 70 kilometrar frá pólska markinum.

Tað upplýsir Andrij Sadovyj, borgarstjóri í Lviv, sambært altjóða miðlum.

Umframt hetta hava uml. 60 íbúðir og nærum eins nógvir parkeraðir bilar fingið skaða.

[object Object]
Lviv, Ukraina (Mynd: EPA)

Undir krígnum í Ukraina hava russar framt fleiri álop móti Lviv, ið hevur uml. 700.000 íbúgvar. Seinast hetta hendi var 20. juni.

Ukrainski innlendismálaráðharrin, Ihor Klymenko, sigur, at álopið í nátt er eitt tað størsta álopið, sum er framt á sivilt undirstøðukervi í Lviv, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri Russland.

– Fíggindin fer heilt avgjørt at fáa eitt aftursvar, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder