Uttanlands

Fýra løgreglumenn dripnir í Paris

Maðurin, sum leyp á við knívi, arbeiddi sjálvur hjá løgregluni. Hann varð sjálvur skotin og doyði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-03 16:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra løgreglumenn vórðu í dag dripnir, tá teir vórðu álopnir við knívi á høvuðsstøðini hjá løgregluni í Paris í dag.

Álopsmaðurin var sjálvur starvsfólk hjá løgregluni í franska høvuðsstaðnum. Eftir álopið varð hann sjálvur skotin og dripin. Sostatt lótu fimm fólk lív á løgregluhøvuðsborgini í dag, skrivar dpa-tíðindastovan.

Gerningsmaðurin er starvssettur í umsitingini, men enn er ógreitt hvørjar hansara arbeiðsuppgávur vóru. Sambært einum talsmanni fyri fakfelagið hjá løgreglufólkunum, byrjaði álopið á skrivstovuni hjá starvsmanninum sjálvum, og beiddi seg síðan runt í bygninginum.

Enn er ógreitt hví maðurin gjørdi tað, hann gjørdi.

Borgarstjórin í Paris, Anne Hidalgo, váttar á Twitter, at fleiri hava latið lív. Hon skrivar, at tankar hennara eru hjá offrunum og teirra nærmastu.

Álopið hendi um eitt-tíðina í dag á høvuðsskrivstovuni hjá løgregluni, sum liggur nærhendis kendu Notre Dame kirkjuna.

Ein metrostøð, ið liggur nærhendis, varð stongd av trygdarávum. Franski innanríkisráðharrin, Christophe Castaner, hevur avlýst eina ætlaða ferð til Turkalands í dag og er ístaðin farin til gerningsstaðið at vitja, skriva tíðindastovurnar. 

[object Object]
Løgregluhøvuðsstøðin liggur nærhendis Notre Dame-kirkjuna (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder