placeholder
Uttanlands

Fýra milliónir staðfest smittað í India

Aftaná USA og Brasil hevur India skrásett hægsta talið á smittutilburðum og andlátum – 86.432 tilburðir eru lagdir afturat í dag, hægsta økingin nakað land hevur skrásett

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-09-05 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært Indisku heilsumyndugleikunum, hevur landið nú skrásett fleiri enn fýra mió. smittutilburðir, eftir at 86.432 tilburðir eru lagdir afturat seinasta samdøgrið.

Hetta er hægsta økingin, sum nakað land hevur havt í eitt samdøgur undir hesari farsóttini, og hetta er ikki fyrstu ferð, at India hevur sligið hetta metið.

Í næstan ein mánað hevur India átt metið fyri hægstu økingina í heiminum. Hetta hendir samstundis sum stýrið í landinum roynir at fáa gongd aftur á búskapin, sum hevur verið hart raktur undir koronafarsóttini, við at loyva fyritøkum at lata uppaftur.

India gerst triðja landið í heiminum, sum skrásetir fýra mió. tilburðir. USA og Brasil hava sambært Worldometers.info skrásett ávikavíst 6,3 mió. og fýra mió. tilburðir.

Afturat hesum londunum er tað bert Russland, sum hevur skrásett omanfyri eina mió. tilburðir. Tað var fyrst í hesum mánaðinum, at talið á skrásettum tilburðum í Russlandi fór uppum milliónina.

Afturat teimum 86.432 nýggju tilburðunum, hevur India eisini skrásett fleiri enn 1.000 andlát seinasta samdøgrið, og er samlaða talið á andlátum sostatt komið upp á 69.561.

USA, Brasil og India eru tey trý londini, sum bæði hava skrásett flest smittutilburðir og flest andlát. USA hevur skrásett fleiri enn 192.000 andlát og Brasil fleiri enn 125.000.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder