Fýra milliónir krónur eru settar av á fíggjarætlanini fyri 2025 til at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk. Hetta er ein øking á eina millión krónur í mun til játtanina í fjør, skrivar Heilsumálaráðið.
- Tað er trot er á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólki í øllum londum um okkara leiðir. Og kappingin um hesi týdningarmiklu starvsfólk er stór. Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at tað eru nógvir føroyingar, sum útbúgva seg á økinum, bæði læknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.
- Vit skulu gera tað møguligt og lokkandi hjá hesum fólkum at starvast í Føroyum. Ein fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið fær játtan at seta fleiri fólk í starv.
- Ein onnur fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið framhaldandi verður ment, og er ført fyri at bjóða størv og umstøður, sum serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk spyrja eftir. Arbeitt verður í løtuni við fleiri mennandi átøkum innan Sjúkrahúsverkið.
Millum annað verður arbeitt við at fyrireika universitetssjúkrahús í Føroyum, øll heilsugransking er savnað undir heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og arbeitt verður framhaldandi við at fáa fleiri útbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum.
- Tað er avgerandi fyri menningina og framtíðina hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum at tryggja eina støðuga tilgongd av serútbúnum læknum og øðrum heilsustarvsfólki. Hetta er samstundis eitt stig á leiðini at røkka málinum í serlæknaætlanini, sum varð handað mær í summar, og í ætlanini at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Margis Stórá, landsstýriskvinna (Mynd: hmr.fo)
Tað ger mun at seta játtan av til endamálið
Síðani 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk í størv í Sjúkrahúsverkinum, sokallaða “serlæknapuljan”.
Í hesum tíðarskeiðið eru serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk sett innan fleiri serøkir: Hjartasjúkur, barna- og ungdómspsykiatri, lungnasjúkur, húðsjúkur, patologi, barnasjúkur, kvinnusjúkur, eygnasjúkur, sukur- og evnaskiftissjúkur, nýrasjúkur, maga- og tarmsjúkur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald