Uttanlands

Fýra nýggir astronautar út á ISS

Alt gekk sum ætlað, tá Falcon 9-rakettin varð send út frá Kennedy Space Center í nátt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-11 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fáar dagar eftir at fýra astronautar gjørdu eina væleydnaða jarðarlending út fyri strondina í Florida eftir at hava uppihildið seg úti í rúmdini í seks mánaðir, varð eitt nýtt lið av rúmdafólkum í nátt sent út til altjóða ISS rúmdarstøðina.

Útsendingin hendi kl. 02.03 í nátt okkara tíð, og eydnaðist væl.

Umborð eru tríggir amerikanarar frá NASA, Raja Chari, Tom Marshburn og Kayla Barron og ein týskari frá evropeiska rúmdarstovninum ESA, Matthias Maurer.

Tey vórðu send út í einum SpaceX Crew Dragon rúmdarhylki, sett ovast á eina Falcon 9-rakett. Rakettin varð send út frá Kennedy Space Center í Florida, og alt gekk eftir ætlan.

Úti á ISS rúmdarstøðini bíða amerikanarin Mark Vande Hey og teir báðir russisku kosmonautarnir Anton Skhaperov og Pyotr Dubov eftir at fáa nýggjar starvsfelagar.

Chari, Mashburn, Barron og Maurer skulu vera á rúmdarstøðini í eitt hálvt ár, har tey skulu gera vísundaligar kanningar, skrivar dr.dk.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder