Innanlands

Fýra nýggir tilburðir – 20 staðfest frísk

Í løtuni eru 104 persónar smittaðir í Føroyum – Av teimum fýra, sum vórðu staðfestir smittaðir í gjár, fekk ein staðfest smittuna við komu, og hinir eru partur av kendari smittuketu

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-18 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu fýra nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning við komu til Føroya, og hinir tríggir tilburðirnir eru partur av kendari smittuketu, skrivar corona.fo.

Talið á smittaðum í løtuni er tó minkað niður í 104, eftir at 20 persónar eru staðfestir frískir aftur.

1.708 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tilsamans eru gjørdar 345.674 kanningar í Føroyum.

Tilsamans eru 925 tilburðir staðfestir í Føroyum, og 820 teirra eru staðfestir frískir. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. 716 persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder