Innanlands

Fýra nýggir tilburðir í gjár

Fýra fólk staðfest positiv í gjár og tvey staðfest frísk. 58 fólk hava í løtuni covid-19

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-05 12:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er ikki komið tað høga smittutalið, sum nøkur høvdu væntað aftaná nýggjár. Í gjár vórðu fýra tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum.

Tann eini tilburðurin hevur samband við smittuketu, ið Landslæknin fylgir. Hinir tríggir tilburðirnir eru frá nýggjari smittuketu, sum Landslæknin nú kannar.

Eisini vórðu tvey staðfest frísk aftur, og tí eru nú 58 fólk sum hava staðfest covid-19 í Føroyum í løtuni. Sambært dagførdu tølunum hjá myndugleikunum vórðu 1540 kanningar gjørdar í gjár.

148 fólk í sóttarhaldi og tvey fólk eru innløgd á sjúkrahúsi við covid-19.

Síðani ársskiftið eru 16 nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder