2021-10-14 11:05

Í gjár vóru fýra nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning tveir dagar eftir komu til Føroya, og hinir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.
Átta persónar afturat eru eisini staðfestir frískir, og tí minkar talið á aktivum smittutilburðum niður í 94.
1266 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. 236 persónar eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald