Uttanlands

Fýra persónar avrættaðir fyri njósning í Iran

Persónarnir vóru ákærdir fyri at arbeiða fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: Visualhunt)

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: Visualhunt)

2022-12-04 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru fýra persónar avrættaðir í Iran, eftir at teir vóru ákærdir fyri at njósnast fyri Ísrael.

Persónarnir skulu sambært stasliga miðlinum í Iran hava órógvað almennu trygdina í landinum, og hildið verður, at hesir hava arbeitt fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad í Iran.

Heilt nágreiniligt vórðu teir m.a. ákærdir fyri at hava burturflutt og avhoyrt fleiri persónar., og høvdu teir vápn frá Mossad, umframt at teir høvdu fingið gjald frá fregnartænastuni, skrivar DR.

Umframt teir avrættaðu, hava tríggir aðrir persónar fingið millum fimm og tíggju ára fongsulsrevsing.

Bæði Ísrael og Iran hava í mong ár lagt hvønnannan undir at njósnast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder