Innanlands

Fýra prutl tikin í høvuðsstaðnum

Øll koyrdu millum 60 og 72 km/t. Pláturnar vórðu tiknar, og foreldur kunnaði

Prutl, ið koyra væl skjótari enn loyvdu hámarksferðina, hava seinastu tíðina verið nakað, ið løgreglan hevur tikið sær av (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Prutl, ið koyra væl skjótari enn loyvdu hámarksferðina, hava seinastu tíðina verið nakað, ið løgreglan hevur tikið sær av (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-09 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt átak móti prutlum varð gjørt í Havn í gjárkvøldið. Fleiri vórðu steðgaði.

Prutl, ið koyra væl skjótari enn loyvdu hámarksferðina, hava seinastu tíðina verið nakað, ið løgreglan hevur tikið sær av.

Vatkleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum staðfestir, at fýra vórðu tikin í gjár. Øll koyrdu onkustaðni millum 60 og 72 km/t.

Orsakað av hesum vórðu pláturnar tiknar, og foreldrini kunnaði. Hesi tiknu noyaðst millum annað at keypa nýggjar plátur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder