Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur tikið avgerð um, at fýra stuðlar hjá russiska forsetanum missa sítt ukrainska pass og sín ríkisborgaraskap.
Millum teirra er Viktor Medvedtjuk, sum í fjør varð útflýggjaður til Russland í sambandi við fangabýti. Hinir tríggir eru Andrij Derkatj, Taras Kozak, og Renat Kuzmin.
Teir eru allir fýra tætt knýttir at politiskum flokkum í Ukraina, sum stuðla Russlandi, og Medvedtjuk er kendur fyri at hava eitt tætt tilknýti til Putin.
– Um tey fólkavaldu ikki tæna ukrainska fólkinum men heldur drápsmenn, sum eru komnir til Ukraina, fara vit at bera okkum at samsvarandi við hesum, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald