Hetta seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið fráboðan um ikki færri enn fýra seyðir, sum hava verið yvirkoyrdir. Hetta er rættiliga nógv fleiri, enn tað plagar at vera, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni, sum annars ikki hevur havt nógv at gera hetta samdøgrið.
Tað er ikki tí, at løgreglan fer út at kanna málið, men tað er av týdningi, at bilførarar, sum koyra á seyð, kortini boða løgregluni frá, og helst kunnu siga hvønn lit seyðurin hevði, og um tað var hornaseyður ella ikki.
Tí løgreglan boðar altíð avvarðandi bónda frá tilburðinum. Stundum hendir tað, at seyðurin í fyrsta lagi megnar at flyta seg burtur frá óhapsstaðnum, men sum oftast er tað fyri at leggja seg at doyggja eitt sindur burturfrá, greiðir vaktleiðarin frá.
Allir bøndur hava seyðir sínar tryggjaðar, og teir fáa eitt ávíst endurgjald fyri yvirkoyrdu seyðirnar í samstarvi við tryggingina hjá bilføraranum. Tí er eisini neyðugt hjá teimum, sum boða frá, at upplýsa navn á bilførara og nummarplátuna á bilinum.
Tveir tilburðir vórðu í gjár. Um morgunin rendi ein bilur á ein seyð í Kollafjarðardali, og seinnapartin hendi tað á vegnum til Oyndarfjarðar.
Tíðliga í morgun vóru tvær fráboðanir. Fyrst millum vakstrarhúsið og bygdina í Sandavági og seinni á svinginum millum Leynar og Stykkið.
Sambært løgregluni er tað eitt strekki í landinum, sum hevur allar flest yvirkoyrdar seyðir. Tað er strekkið í Kollafjarðardali millum rundkoyringina og Leynatunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald