2023-12-22 08:44
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um fýra smá ferðsluóhapp í hálkuni. Talan var ikki um nakran fólkaskaða, og fólk ringdu til løgregluna mest sum bara fyri at tryggja seg.
Tá ferðslulógin ikki er brotin, og førararnir eru samdir um skuldarspurningin, blanda vit okkum ikki og lata tryggingarfeløgini um tað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Eisini var onkur dottin í hálkuni í Havn. Sjúkrabilur var sendur á staðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald