Innanlands

Fýra smittutilburðir afturat

19,4 prosent eru nú liðugt koppsett

2021-05-27 11:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, mikudagin. Tað vísa nýggjastu koronatølini hjá landslæknanum.

Allir smittutilburðirnir eru partur av kendari smittuketu. 

1.919 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 272.615 kanningar.

Í løtuni eru 31 persónar smittaðir. Oman fyri 300 fólk eru í sóttarhaldi.

Í gjár vórðu 537 fólk koppsett. 129 fólk fingu fyrra prikið og 408 fólk fingu tað seinna, upplýsir corona.fo. Nú eru 19,3 prosent av fólkatalinum liðugt koppsett, meðan 38,4 prosent hava fingið fyrru koppsetingina. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder