
Í gjár varð kunngjørt, at 19 nýggir koronatilburðir vóru. Í dag er talið væl lægri.
Heilsumálaráðið hevur júst kunngjørt, at fýra tilburðir vórðu staðfestir í teimum 1060 kanningunum í gjár. Nú eru næstan 200.000 koronakanningar gjørdar í Føroyum - 197.487.
Boðað verður frá, at allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Tilsamans hava nú 605 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 64 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Fyrstu skamtirnir við koppseting verða givnir klokkan 13 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald