
Umsóknarfreistin til starvi sum stjóri í Fólkaheilsustýrinum varð av á midnátt. Fýra umsøkjarar, ein kvinna og tríggir menn, eru til starvið, boðar Heilsumálaráðið frá.
Farið verður undir at viðgera umsóknirnar í næstum.
Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Fólkaheilsustýrinum. Í fyrstuni verður uppgávan at skipa og byggja nýggja stovnin upp, harundir at samansjóða teir stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið, seta neyðugt starvsfólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá Fólkaheilsustýrinum.
Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald