
Í gjár vórðu fýra persónar staðfestir positivir fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Nú hava 614 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 558 staðfestir frískir aftur, og talið á positivum í løtuni er sostatt 56.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 224 eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 767 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú fleiri enn 200.000 kanningar gjørdar í Føroyum. Heilt nágreiniliga er talan um 200.549 kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald