Innanlands

Fýra starvsdagar hjá Tannlæknastovuni í Tórshavnar kommunu

Fyrradagin var móttøka í sambandi við, at Eina Gudmundsen og Sanna A. Djurhuus høvdu 25 ára starvsdagar, og Anna Beder og Pavla Mikkelsen kundu hátíðarhalda 10 ára starvsdagar hjá Tannlæknastovuni

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-10-30 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin var móttøka í Posthúskjallaranum í sambandi við hátíðarhald av fýra starvsdøgum hjá Tannlæknastovuni í kommununi.

Tað vóru Eina Gudmundsen og Sanna A. Djurhuus, sum hildu 25 ára starvsdagar, og Anna Beder og Pavla Mikkelsen, sum kundu hátíðarhalda 10 ára starvsdagar.

Eina varð sett í starv sum tannrøktari á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu 18. november 1997. Eina starvaðist í Tórsgøtu tey fyrstu 20 árini, men seinastu fimm árini hevur hon arbeitt sum tannrøktari á tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt.

Sanna kom í starv sum tannatstøðingur í barnatannrøktini 5. mai 1997.

Anna Beder og Pavla Mikkelsen byrjaðu fyri 10 árum síðani á Tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt, tá kommunan lat Tannrættingarklinikkina upp, eftir at Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni, hevði røkt hesa uppgávuna.

Anna byrjaði 1. oktober 2012 sum tannrøktari á tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt. Anna hevur fyrr arbeitt hjá Bergtóru Hanusardóttir og nógv ár hjá Ortoservice sum ortotannrøktari. Anna hevur eisini eitt tíðarskeið arbeitt sum tannrøktari á privatari tannlæknastovu og hevur tí nógva royndir.

Pavla Syderbø Mikkelsen byrjaði eisini 1. oktober 2012 á tannrættingarklinikkini sum tannatstøðingur. Áðrenn tað, arbeiddi Pavla hjá Bergtóru Hanusardóttir.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen tók ímóti og helt røðu.

- Drúgvar starvsdagar er altíð hugaligt at hátíðarhalda. Tí teir eru tekin um trúføst starvsfólk, sum trívast í sínum starvi, segði borgarstjórin millum annað.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder