Innanlands

Fýra tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Á nýggjárinum vóru fleiri fólk at síggja í býnum enn væntað, men seinasta náttin hevur sum heild gingið friðarliga fyri seg

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-01-01 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast korona hevur seinasta náttin sum heild verið sum eitt vanligt nýggjár. Fleiri fólk enn væntað vóru at síggja í býnum, men kortini ikki eins nógv sum vanligt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Leygarnáttina hevur løgreglan tikið fýra bilførarar fyri rúsdrekkakoyring, og hesir vórðu tiknir um alt landið.

Eisini kannar løgreglan í løtuni eitt harðskapsmál, sum hendi í Havn tíðliga í morgun, men løgreglan fær í løtuni einki sagt um hetta, av tí at tey enn mangla at gera nógvar avhoyringar í málinum.

Fríggjadagin fóru tveir bilar eisini á glið í hálkuni á Oyggjarvegnum, men talan var tó ikki um nakað álvarsamt, verður upplýst av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder