Innanlands

Fýra tilburðir staðfestir í gjár

Tríggir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-08 14:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra nýggir tilburðir av covid-19 vórðu staðfestir í gjár, upplýsa heilsumyndugleikarnir í dag.

Tríggir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á sætta degi.

711 kanningar vóru gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar.

Í løtuni eru 12 tilburðir við covid-19 í Føroyum.

Eingin er innlagdur á sjúkrahús við korona.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder