
Nógv eru enn í summarfrí og tað sást aftur á eykabýráðsfundinum nú seinnapartin, har fýra tiltakslimir vóru innkallaðir til fundar, harav tann eini tiltakslimurin ongantíð er møttur á býráðsfundi áður.
Fyri Gunvør Balle møtti Turið Horn, fyri Kristiannu Winther Poulsen møtti Helena Dam á Neystabø, fyri Birgir Nielsen møtti Bogi Andreasen, og fyri Annfinn Brekkstein møtti Jensia Højgaard Kjærbæk, sum møtti á býráðsfundi á fyrsta sinni.
-
Jensia Højgaard Kjærbæk var á býráðsfundi fyri fyrstu ferð. Hon var fyri Annfinn Brekkstein í Sambandsflokkinum (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
-
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald