Innanlands

Fýra túrar hjá Teistanum avlýstir

Talan er um túrar í kvøld, hósdagin 3. november

Talan er um tveir ætlaðar túrar av Gomlurætt - klokkan 20.00, og 21.20 -  og tveir úr Skopun - 20.40 og 22.30 (Mynd: Sverri Egholm)

Talan er um tveir ætlaðar túrar av Gomlurætt - klokkan 20.00, og 21.20 -  og tveir úr Skopun - 20.40 og 22.30 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-03 14:25 Author image
Agnar Prestá

Strandferðslan upplýsir á heimasíðu sínari, at fýra av ætlaðu túunum á leið 60 í kvøld, hósdagin 3. november, ikki verða sigldir.

Talan er um tveir túrar av Gomlurætt - klokkan 20.00, og 21.20 -  og tveir úr Skopun - 20.40 og 22.30. Siglt verður tó seinasta túr av Gomlurætt 23.05.

Tað verður ikki upplýst, júst hvør orsøkin er til, at hesir túrar ikki verða sigldir.

Sí ferðaætlan her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald