Innanlands

Fýra valevni til tveir nevndarsessir í Pedagogfelagnum

Aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag verður 29. mars, og fýra valevni – Gunnvá Akraberg Hansen, Hildibjarta Súnadóttir, Joan Heinesen, og Nikkil Heinesen - bjóða seg fram til teir báðar nevndarsessirnar, sum eru fyri vali

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-02-02 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

29. mars verður aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag á Hotel Føroyum, og tá freistin at stilla upp var úti á midnátt í gjár, høvdu fýra valevni boðað frá, at tey ynskja at stilla upp til teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali, skrivar Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi.

Talan er um sessirnir, sum Gunnvá Akraberg Hansen og Sæbjørn Johannesen hava havt, tí teirra valskeið nú er lokið.

Fýra hava bjóðað seg fram til teir tveir nevndarsessirnir, og tey eru: Gunnvá Akraberg Hansen, Hildibjarta Súnadóttir, Joan Heinesen, og Nikkil Heinesen.

Tey bæði valevnini, sum fáa flestar og næstfelstar atkvøður, verða vald fyri trý ár. Hini bæði verða tiltakslimir í raðfylgju samsvarandi atkvøðutalinum.

Umframt nevndarval verður eisini val til tey trý ráðini í felagnum: Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið. Í øllum ráðunum standa trý fyri vali. Hesi bjóða seg fram til ráðini:

Leiðararáðið: Arna Silvurstein, og Eyð Skúvadal Johannesen.

Námsfrøðingaráðið: Dagny Miðskarð, Krista Hvannastein, og Majbritt Egholm

Hjálparfólkaráðið: Eingin hevur boðað frá uppstilling.

Viðtøkubroytingar á aðalfundinum fyrraárið tryggja, at tað ber til at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á sjálvum aðalfundinum. Hetta er galdandi fyri val til bæði nevnd og ráð.

Tí fer at verða roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini, har tað eru ov fá valevni á aðalfundinum.

Øll valini hjá Pedagogfelagnum verða talgild, skrivar Føroya Pedagogfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder