Uttanlands

Fýra vikur afturat við fótfjøtri

Norski krúnprinsessusonurin umhugsar at kæra longda varðhaldsdómin

Advokaturin hjá Marius Borg Høiby, Peter Sekulic, tosar við norska fjølmiðlar í Oslo tingrett í dag (Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix)

Advokaturin hjá Marius Borg Høiby, Peter Sekulic, tosar við norska fjølmiðlar í Oslo tingrett í dag (Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-08-10 16:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Býarrætturin í Oslo hevur í dag avgjørt, at norski krúnprinsessusonurin, Marius Borg Høiby, framhaldandi skal ganga við fótfjøtri í fýra vikur afturat. Tað skrivar NRK.

- Høiby skal halda seg heima, um hann ikki er til arbeiðis, í skúla, til viðgerðar ella á sjúkrahúsi at vitja familjulimir, stendur í rættaravgerðini.

Marius Borg Høiby er harafturat pliktaður til at taka narkoroyndir javnan.

Advokaturin hjá Høiby, Peter Sekulic, sigur við NRK, at avgerðin er tikin til eftirtektar, og at tað nú verður mett um, hon møguliga skal kærast til hægri rætt.

Marius Borg Høiby hevur higartil sitið varðhaldsfongslaður við fótfjøtri í fýra vikur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder