Kina hevur í nátt megnað at seta eitt rúmdarkanningarfar á myrku síðuna av Mánanum. Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur eydnast at seta nakað á tí síðuna av Mánanum, sum altíð er myrk.
Kinesiska rúmdarkanningarfarið Chang’e-4, sum varð sent í rúmdina 7. desember 2018, gjørdi eina bleyta lending á Mánanum klokkan 02.26 í nátt føroyska tíð.
Kina skrivar søgu við at seta eitt kanningarfar á myrku síðuna av Mánanum, sum er sera fjallaríkt. Amerikanarar megnaðu aldrin at seta seg á myrku síðuna í 1960’unum og 1970’unum, tá teir koyrdu við sínum Apollo-programmum.
Mánin liggur í einari bundnari snaring, og tí vendir tann sama síðan altíð burtur frá Jørðini.
Sambært útlendsku tíðindastovuni AP, er bragdið eitt tekin um vaksandi framsókni hjá Kina at gerast eitt rúmdarstórveldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald