Sunnudagin skrásetti Japan eingi andlát í sambandi við koronu. Tað er fyrstu ferð, at tað er hent, síðan 2. august 2020, skriva lokalir miðlar.
Dagin fyri vórðu trý andlát skrásett.
Talið á nýggjum smittutilburðum og andlátum er minkað nógv í Japan, samstundis sum fleiri og fleiri fólk verða koppsett fyri koronu, skrivar Ritzau.
Sambært Our World in Data eru nærum 74 prosent av japanska fólkinum nú liðugt koppsett.
Tað eru annars bert tríggir mánaðir síðani, at smittutalið í Japan gjørdist methøgt í kjalarvørrinum á Olympisku Leikunum, sum høvuðsstaðurin Tokyo hevði verið vertur fyri. Tá vórðu yvir 25.000 tilburðir skrásettir um dagin.
Seinastu vikuna hevur dagliga talið á nýggjum tilburðum í miðal verið uml. 750, og 42 andlát eru skrásett í sambandi við koronu seinastu vikuna.
Sambært Statista hevur landið tilsamans skrásett 1,7 milliónir smittutilburðir og 18.303 andlát í sambandi við koronu. Hetta svarar til 14,5 andlát per 100.000 íbúgvar. Í Japan búgva uml. 126 milliónir fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald