Fyri fyrstu ferð síðan 2006 kann amerikanski staturin Kalifornia nú nøkta 100 prosent av eftirspurninginum eftir vatni.
Tað eru stormarnir og óvanliga høga nøgdin av avfalli, sum Kalifornia upplivdi í vetur, sum er orsøkin til, at tann annars sólríki staturin nú hevur fingið fylt vatngoymslurnar væl og virðiliga.
Í Kalifornia eru 29 veitarar, sum veita vatn til uml. 27 milliónir fólk og 750.000 hektarar av landbúnaðarjørð, skrivar tíðindastovan AP.
Í mars væntaði California State Water Project annars ikki, at tey kundu nøkta eftirspruninginum men bert veita 75 prosent av tí vatninum, sum tørvur var á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald