Uttanlands

Fyri fyrstu ferð síðan juni: Eingin staðfestur positivur í Avstralia seinasta samdøgrið

Fyri fyrstu ferð í 145 dagar hevur Avstralia ein dag uttan nýggjar covid-19 tilburðir – Victoria, sum verður roknaður sum avstralski covid-19 miðdepilin hevur heldur eingi andlát skrásett seinasta samdøgrið

Melbourne, Avstralia (Mynd: EPA)

Melbourne, Avstralia (Mynd: EPA)

2020-11-01 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 1. november skrásetti Avstralia ongar smittutilburðir. Hetta er fyrstu ferð í næstan fimm mánaðir, upplýsir avstralski heilsumálaráðharrin, Greg Hunt.

Seinast Avstralia hevði eitt samdøgur uttan nakran nýggjan smittutilburð var 9. juni.

Sambært avstralsku tíðindastovuni AAP taka hesi tølini ikki hædd fyri teir tilburðirnir, sum vórðu skrásettir í Sydney eftir fráboðanarfreistina leygarkvøldið avstralska tíð. Hesir verða við í talinum fyri komandi dagin.

Í statinum Victoria, sum seinastu tíðina hevur verið roknaður sum avstralski covid-19 miðdepilin, er hvørki skrásettur nakar nýggjur smittutilburður ella nakað andlát í sambandi við covid-19 seinasta samdøgrið.

Fyrr í vikuni varð stórbýurin Melbourne eisini latin uppaftur eftir 112 dagar, skrivar Ritzau.

Tilsamans eru 27.595 persónar staðfestir positivir fyri covid-19 í Avstralia, og 907 teirra eru deyð. Meginparturin av hesum eru úr statinum Victoria – 20.346 tilburðir og 819 andlát, vísir uppgerð frá Johns Hopkins University.

Avstralia hevur 25,5 mió. íbúgvar.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder