Innanlands

Fyribils eingin sigling á Sandoyarleiðini

Trupulleikar eru við portrinum í Skopun, sigur Strandferðslan, sum leggur afturat, at kunnað verður um, nær siglingin byrjar aftur skjótast gjørligt

Teistin siglir fyribils ikki í morgun (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin siglir fyribils ikki í morgun (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-21 08:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun er fyribils eingin sigling á leið 60 millum Skopun og Gomlurætt.

Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivar, at tað eru trupulleikar við portrinum í Skopun, sum eru orsøkin.

Enn er ikki greitt, nær Teistin siglir aftur, men Strandferðslan sigur, at tey kunna nærri um, nær siglingin byrjar aftur skjótast gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder