Innanlands

Fyribils frágreiðing um rútar á Erlu Kongsdóttir tøk

SSL bíðar framvegis eftir endaligu frágreiðingini frá veitaranum og framleiðaranum av rútunum, har staðfestast skal, hvør orsøkin var til tilburðirnar

Mynd: Sverri Egholm)

Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-26 15:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Strandfaraskip Landsins: Síðani Erla Kongsdóttir bleiv tikin úr sigling 23. februar 2021, tá ið ein rútur í skipinum brotnaði, hevur SSL arbeitt við at uppfylla tey krøv, ið eru komin frá klassanum - DNV - og FMA, viðv. framhaldandi siglingar- og ferðafólkaloyvi hjá Erlu Kongsdóttir.

SSL hevur nú fingið góðkenning av arbeiðinum, ið fylgjandi er staðfest av DNV og góðkent av Sjóvinnustýrinum:

"With reference...email from class, quoted below, the Faroese Maritime Authority preliminary appove the solution to change the windows from the original glass to LEXAN as approved by class.

The approval is subject to:

All windows on board, including navigation bridge, are exchanged to the new type (LEXAN) as specified in the approval letter.

That the recommendations in the approval letter from DNV is followed, see attached
Continuous monitoring of the windows conditions by the company

Examination of the windows by class during annual audits shall continue until the rooth cause of the two incidents is known.

Once root cause is known, the situation shall ber re-evaluated by all parties and a permanent solution esablished."

Fyribils staðfesting er eisini komin frá Mest, ið hevur virkað sum uttanveltaður kanningarpartur í sambandi við umvæling av rútunum umborð á Erlu Kongsdóttir. Frágreiðingin er ein gjøgnumgongd av tilburðunum, tá ið tilsamans tríggir rútar brotnaðu umborð á Erlu í desember 2020 og februar 2021.

SSL bíðar framvegis eftir endaligu frágreiðingini frá veitaranum og framleiðaranum av rútunum, har staðfestast skal, hvør orsøkin var til tilburðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder