Grønlendska landsstýrið hevur sett fyribils bann fyri sølu av rúsdrekka í kommununi, sum eitur Qeqqata Kommunia.
Orsøkin er høga smittutrýstið í kommununi. Tað var Malik Berthelsen, borgarstjóri, sum heitti á landsstýrið um at seta í verk bann móti sølu og skeinking av rúsandi løgi oman fyri 2,25 prosent.
Landsstýrið gekk áheitanini á møti, og bannið er galdandi til og við 25. januar.
- Í núverandi støðu, har matstovur og skeinkistøð hava fingið álagt at hava stongt millum kl. 22 og 05, mugu myndugleikarnir halda eyga við rúsdrekkanýtsluni í heimunum, skrivar landsstýrið í tíðindaskrivi.
Og lagt verður afturat, at alkoholnýtslan heima kann skaða børn og familjulívið, eins og vandi er fyri, at covid-19 verður spjatt, tí fólk ikki eru so ansin, tá drukkið verður.
Í løguni eru yvir 500 smittað í Qeqqata Kommunia, og hvønn dag verða fleiri staðfest, har smittukeldan ikki er kend, skrivar Sermitsiaq.
Landsstýrið hevur júst sett sum krav, at øll skulu brúka munnbind í almennum bygningum í Sisimiut, sum er høvuðsbýurin í Qeqqata kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald