Uttanlands

Fyribils sigur til Trump um ‘postatkvøður’

Enn er tó óvist um avgerðin hjá hægstarætti fær ávirkan á miðskeiðisvalið um góðar tveir mánaðir.

(Mynd: Mike Kropf/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Mike Kropf/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-25 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í USA hevur hægstirættur tikið burtur eina rættarliga forðing fyri royndini hjá Donald Trump forseta at seta avmerkingar fyri, hvør kann senda atkvøðuseðlar við postinum.

Avgerðin hjá hægstarætti verður av fleiri amerikanskum miðlum lýst sum ein ‘fyribils sigur’ hjá forsetanum.

Í apríl sendi Trump út eini forsetaboð um at herða møguleikan fyri at senda inn atkvøðuseðlar við postinum. Tað endaði við, at fleiri amerikanskir statir stevndu málið fyri rættin. Nú sigur ein meiriluti av dómarunum í hægstarætti, at statirnir ikki høvdu heimild at kæra skipanina.

Dómararnir taka tó ikki støðu til sjálv boðini frá Trump, um tey eru lóglig ella ikki.

Tað er einans góðir tveir mánaðir til miðskeiðisvalið í USA, har nógv stendur upp á spæl fyri Trump forseta.

Og enn er framvegis ógreitt, um henda seinasta avgerðin í hægstarætti fer at fáa ávirkan á møguleikan fyri at gera nýtslu av postatkvøðum á valinum, skrivar NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder