20. februar 2006 skrivaði Pól á Kletti eina stutta grein í Dimmalætting. Greinin bar heitið “Var Hannah Arendt nakrantíð í Føroyum?” Pól á Kletti var blivin tipsaður um, at ein føroysk kona hevði fortalt, at Hannah Arendt einaferð hevði steðgað á í Føroyum beint eftir seinna heimsbardaga.
Endamálið við greinini hjá Pól á Kletti í 2006 var at fáa samband við onkran, sum visti um hesa vitjan, men tað var ongin, sum gjørdi vart við seg. Tað veit Johannes Miðskarð at siga, sum nú skipar fyri eina fyrilestrarrøð um hesa spennandi kvinnuna. Hann greiðir soleiðis frá í tíðindaskrivi:
- Hví er tað so spennandi um Hannah Arendt var í Føroyum? Jú, Hannah Arendt var ein av heilt stóru filosoffunum í 20. øld, og verður av nógvum skírd sum tann størsti politiski filosoffurin í nýggjari tíð. Tað er eisini sjálsamt at ein kvinna telist ímillum teir allarkendastu filosoffarnar.
Hannah Arendt er kend fyri, at hon hevur givið eitt týðandi íkast at skilja íkomuna av nasismuni og totalitarismuni. Hannah Arendt er tó kanska mest kend millum vanlig fólk fyri hennara hugtak um “tann banala óndskapin”. Av øðrum stórum avrikum er hennara hennara trýbýti av menniskjaligum virksemi: at arbeiða, at virka og at handla og hennara trýbýti av hugans virki: at hugsa, at vilja og at døma. Somuleiðis er hennara ástøði ofta nýtt til at hugsa fólkaræðisliga samfelagið sum eitt luttakandi demokratii heldur enn eitt representativt demokratii. Hennara ástøði verður nú um dagar stundum eisini nýtt til at viðgera aktuell evnir í okkara samtíð: populisma í politikki, mótmælisgongur og harðskapur, flóttafólk vs. tjóðarstatir, mannarættindi og evnir í samband við arbeiðsmarknaðarstøður.
Hannah Arendt andaðist í 1975 – so í tann forstand kemur hon ikki til Føroyar nú. Men tað verður harafturímóti ein online fyrilestrarøð um Hannah Arendt í heyst/vetur fyri øllum føroyingum.
Undir fyrstu korona-niðurstonging saknaði Jóhannes Miðskarð, at hann ikki slapp at ganga til fyrilestrar og tiltøk. Hann gjørdi tí av at skipa fyri at fyrilestrar blivu hildnir online. Tiltakið hjá honum kallast Online Førleikamenning.
Nú í heyst/vetur verur ein røð av fyrilestrum í “Online Førleikamenning” – flestu um Hannah Arendt – men einstakir fyrilestrar vera við øðrum evni.
Tað er ókeypis at hoyra fyrilestrarnar, tó má man melda seg til her einstøku fyrilestrarnar her: https://www.onlinewebinar.life/
7. oktober: Jóhannes Miðskarð, PhD ”Grundleggjandi vitan um Hannah Arendt”
14. oktober: Jóhannes Miðskarð; PhD ”Lyklahugtøk í ástøðini hjá Hannah Arendt
21. oktober: Stefan Cantore, Dr. ”Ein samrøðutilgongd til broytingarleiðslu”
28. oktober: Jóhannes Miðskarð, PhD ”Hvussu kann Hanna Arendt hjálpa okkum við samstarvi?”
4. november: Anne Marie Pahuus, PhD ”Dømikraft frá Hannah Arendt”
11. november: Leivur á Lakjuni, MA: ”Hvat skal eg gera, tá ein av mínum nærmastu hevur ein rústrupuleika?”
18. november: Jóhannes Miðskarð; PhD ”Kann Arendt bróta ekkokømur?”
25. november: Torbjørn Ydegaard, Cand. Mag. ”Hannah Arendt og “Little Rock””
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald