
Viðgerðarstovnurin Frælsi skipar, í hesum døgum, saman við kommunum fyri ókeypis fyrilestri kring landið.
Fyrilesturin er ætlaður foreldrum, starvsfólkum á stovnum og øðrum, sum vilja beina fyri rúsevnismisnýtslu millum ung.
Í morgin, mikudagin 12. mai, klokkan 19-20.30 verður almennur fyrilestur í Finsen í Havn.
Erling Fles fer millum annað at greiða frá, hví so so nógv ung taka rúsevni í dag, hvørji eyðkenni eru, og hvussu tað kann fyribyrgjast. Eisini fer sálarfrøðingurin at greiða frá grundleggjandi spurninginum: Hvat er rúsevnismisnýtsla? Og eisini hvussu ber til at hjálpa ungum, ið hava trupulleikar við tí.
Høvi verður eisini at seta spurningar.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald