Týskvøldið 3. september klokkan 20 verður skipað fyri áhugaverdum og ókeypis tiltaki. Á skránni eru tveir fyrilestrar við Prof. Dr. Dr. Manfred Spitzer og Gitte Klein um ávikavist skíggjanýtslu og skíggjavanar, og hareftir verður pallborðskjak við teimum báðum umframt Magna Mohr, Súsonnu Olafadóttir Skaale og Ólavi Ellefsen. Heini í Skorini verður orðstýrari, og høvi verður at kjakast og seta spurningar um evnið.
Skíggjanýtsla: Heilsa, útbúgving og samfelag v/ Manfred Spitzer, heilagranskara
Hvørji árin og hjáárin eru av skíggjanýtslu, og hvussu ávirkar skíggjanýtsla heilsu, útbúgving og samfelag? Henda spurningin fer Prof. Dr. Dr. Manfred Spitzer at svara upp á í sínum fyrilestri, ið leggur dent á, hvussu skíggjanýtsla hevur ávirkað heilsu, útbúgving og samfelag gjøgnum tíðirnar, og hvussu vit kunnu skipa okkum, soleiðis at vit kunnu liva lið um lið við tøknini og fáa sum mest burturúr henni, samstundis sum vit kunnu verja okkum móti óhepnum avleiðingum.
Prof. Dr. Dr. Manfred Spitzer er heimsgitin heilagranskari úr Týsklandi, men harumframt er hann lærari og psykiatari. Hann er leiðari á Psychiatrische Universitatsklinikk í Ulm og hevur skrivað eina ørgrynnu av bókum um heilan, hvussu menniskjan lærir, hvussu tónleikur og ítróttur mennir heilan, og hvussu talgildir miðlar ávirka innlæring og uppmerksemi.
Fyrilestrarnir hjá Prof. Dr. Dr. Manfred Spitzer eru víðagitnir fyri at vera granskingargrundaðir, skemtiligir og provokerandi. Fyrilesturin verður á enskum.
Skíggjavanar hjá føroyskum foreldrum v/ Gitte Klein, sálarfrøðingi
Gitte Klein er lærari, master í positivari sálarfrøði, sálarfrøðilesandi og stovnari av fyritøkuni Grit. Á tiltakinum fer hon at leggja úrslitið fram av hennara kanning um skíggjavanar hjá føroyskum foreldrum. Í kanningini hevur fokus verið á skíggjanýtslu hjá foreldrum at børnum undir skúlaaldur, og hvussu henda skíggjanýtsla kann ávirka tilknýti millum foreldur og barn, sum er grundleggjandi fyri kensuligu, sosialu og kognitivu menningina hjá barninum.
124 foreldur hava luttikið í kanningini, umframt at skipað varð fyri einum fokusbólki, sum hevur umrøtt avbjóðingarnar hjá foreldrum í mun til skíggjar.
Pallborðskjak v/ Magna Mohr, Súsonnu Olafsdóttir Skaale og Ólavi Ellefsen
Tøknin er komin fyri at vera, og tey fægstu kunnu ímynda sær eina tilveru uttan skíggjar. At tøknin hevur gjørt inntriv í gerandisdagin, er tað heldur eingin ivi um. Við støði í fyrilestrunum hjá Prof. Dr. Dr. Manfred Spitzer og Gitte Klein fara tey bæði umframt Magni Mohr, Súsanna Olafsdóttir Skaale og Ólavur Ellefsen at manna eitt pallborðskjak, har ið tey fara at kjakast um evnið og høvi verður at seta teimum spurningar.
Heini í Skorini verður orðstýrari, og pallborðskjakið verður á enskum.
Staður: Høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald