Innanlands

Fyrilestur um góð barnaár í Smæruni

Norski sálarfrøðingurin, Frid Hansen, er í Føroyum á triðja sinni

2019-09-18 16:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú klokkan 17 skipar verkætlanin ’Øll hava rætt til góð barnaár’ undir Bláa Krossi fyri ókeypis fyrilestri í Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu í Havn.

Fyrilesturin kallast "Barndómurin varðar alt lívið", og fyrilestrarhaldari er norski sálarfrøðingurin, Frid Hansen.

Øll vaksin hava ábyrgd fyri øllum børnum. Tað menniskju upplivað sum børn er við teimum alt lívið. Tí er tað týdningarmikið, at lurtað verður eftir teimum børnum, sum vaksa upp í familjum, raktum av rústrupulleikum, og at tey sjálv sleppa til orðanna. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at skommin, sum fylgir við rústrupulleikanum, verður tikin upp og við dirvi viðgjørd. Familjur, sum eru raktar av rústrupulleikum, hava tørv á dygdargóðari viðgerð og hjálp, og tey hava tørv á henni tíðliga. Barndómurin varðar alt lívið og tí kann umsorgan og nærvera broyta heil lív. 

Viðurkendi og virðislønti norski sálarfrøðingurin, Frid Hansen, vitjar nú fyri triðju ferð Føroyar. Í nógv ár arbeiddi hon hjá Bláa krossi í Noregi, og har sá hon hvussu álvarsliga rústrupulleikar hjá vaksnum raka børn.

Í lívligum fyrilestrum hevur hon við síni sereyðkendu blanding av professionalismu og passión bertikið føroyingar, bæði leik og lærd. Grundað í gransking og royndum, deilir hon rámandi søgur um lagnur, hon hevur nomið við sum sálarfrøðingur. Tað er torført, um ikki ómøguligt, at fara órørdur heim eftir fyrilestur við Frid Hansen. 

’Øll hava rætt til góð barnaár’ er ein verkætlan hjá Bláa krossi Føroya, sum hjálpir børnum, ungum og familjum, har rúsur er ein trupulleiki í heiminum. 

Fyrilesturin verður stroymdur á Facebooksíðuni hjá Øll hava rætt til góð barnaár  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder