Mikukvøldið 7. februar klokkan 19 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi fyri upplýsandi fyrilestri í Missiónshúsinum í Skálavík um rúsevnismisnýtslu millum ung. Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.
– Evni er, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtslu.
– Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag, skrivar Frælsi í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald