Innanlands

Fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung

Fyrilesturin, sum viðgerðarstovnurin Frælsi skiapr fyri í samstarvi við Tvøroyrar kommunu verður á Seglloftinum 6. apríl

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2022-04-03 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 6. apríl frá kl. 16.30 – 18 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Tvøroyrar kommunu, fyri fyrilestri um rúsevnismisnýtslu millum ung.

Tiltakið, ið er ókeypis, verður á Seglloftinum, á Havnarlagnum á Tvøroyri. Fyrilesturin tekur upp evni so sum:

  • Hvat er rúsevnismisnýtsla?
  • Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
  • Hvussu kunu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
  • Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
  • Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismísnýtslu?

Tiltakið er alment og er viðkomandi fyri foreldur, starvsfólk og umsorganarpersónar, sum eru um ung í gerandisdegnum.  Fyrilestrahaldari er Erling Fles, løggilgur sálarfrøðingur.

Høvi er at seta spurningar og kaffi/the, og okkurt afturvið, verður at fáa, skrivar Tvøroyrar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder