Innanlands

Fyrilestur um tilflyting og mál á Landsbókasavninum

24. februar heldur Elisabeth Holm, ph.d. og samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetrinum. Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking

Ph.d.-ritgerðin hjá Elisabeth Holm snýr seg í stuttum um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál.

Ph.d.-ritgerðin hjá Elisabeth Holm snýr seg í stuttum um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál.

2021-02-18 18:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.

Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.

Miðlingin verður gjørd við granskingargrundaðum fyrilestrum hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.

Ætlandi verða sjey fyrilestrar tilsamans. Teir verða hildnir seinasta mikudag í mánaðinum til og við mai, og síðani aftur í september, oktober og november.

Fyrsti fyrilestrahaldari er Elisabeth Holm, ph.d. og samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetrinum.

Ph.d.-ritgerðin hjá henni kallast "New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities".

Hon snýr seg í stuttum um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál.

Fyrilesturin hjá Elisabeth verður mikudagin 24. februar klokkan 16. Hann er almennur og verður á føroyskum.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder