Innanlands

Fyrilestur um tilgongdina frá hugskoti til virksemi

Mánakvøldið 29. januar verða fleiri fyrilestrar um íverksetan innan ferðavinnu á Bóksavninum við Løkin, har greitt m.a. verður frá hópfígging og tilgongdini frá hugskoti til veruleika

Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík (Savnsmynd)

Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík (Savnsmynd)

2024-01-08 11:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

'Frá hugskoti til virksemi' er heitið á fyrilestri, ið Visit Runavík skipar fyri í næstum.
Hetta er triði fyrilesturin í fyrilestrarøðini um íverksetan innan ferðavinnu.

– Vit hoyra ofta, at fólk hava dreymar um at at gera sítt hugskot til veruleika, men fleiri spurningar og ivamál stinga seg upp, sigur Marjun Niclasen, leiðari á Visit Runavík. Hetta er ein av orsøkunum til at hetta evni er sett á skrá.

Mánakvøldið 29. januar koma Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari á Íverksetarahúsinum og Sóley Heradóttir Hammer, leiðari á Hugskotinum á gátt at greiða frá um tænastur og ráðgeving, sum stovnarnir veita íverksetarum. Sigrun fer harumframt at greiða frá Hópfígging. Bogi Krossteig, sum eigur North Atlantic Diving, sigur frá tilgongdini frá hugskoti til veruleika, og hvørjir fíggingarmøguleikar eru.

Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 29. januar kl. 19.-21 og eru ókeypis.

Tiltakið er ein partur av eini fyrilestrarøð, ið snýr seg um íverksetan og ferðavinnu. Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið.

Toymið á Visit Runavík vónar, at onkur fyrilestur kann geva íblástur til fólk í Runavíkar kommunu at byrja eitthvørt virksemi, so fleiri úr lokala økinum kunnu bjóða seg fram, tá ið talan er um staðbundnar upplivingar, gisting, vistveiting, heimablídni ella okkurt líknandi. Fleiri áhugaverdar og serstakar upplivingar eru longu í kommununi, men hetta er ein roynd at fáa fleiri at leggjast afturat. Meira er at lesa um fyrilestrarøðini her.

Visit Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder