Mentan

Fyrilestur um trúgv og sálarheilsu

“Er tað sálarliga ósunt at trúgva á Gud?” spyr enskur professari í online-fyrilestri, sum KSF skipar fyri í kvøld

2020-12-01 11:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í okkara grannalondum eru nógvar kanningar gjørdar um, hvussu sálarheilsan hjá fólki er – og hvat eykennir tey, ið hava ávikavist góða og minni góða sálarheilsu. Í Føroyum vísir umfatandi kanningin “Hvussu hevur tú tað?”, ið Fólkaheilsuráðið hevur staðið fyri, at mong ung ikki hava góða sálarheilsu. Hetta samsvarar við aðrar kanningar, ið eru gjørdar í øðrum vesturlendskum londum.

Í kvøld klokkan 20 bjóðar felagsskapurin KFS til online-fyrilestur við Glynn Harrison um spurningin “Er tað ósunt sálarliga at trúgva á Gud?” Føroyar eru nógv ávirkaðar av kristnu trúnni, og spurningurin er, um hetta kann hava ringa ávirkan á okkara sálarheilsu. Ella kanska tað øvugta: at trúgvin á Gud kann hava góða ávirkan á okkara sálarheilsu.

Glynn Harrison er professari emeritus í sálarfrøði og psykiatri á Bristol University í Onglandi. Umframt at undirvísa virkaði Glynn eisini sum ráðgevandi psykiatari og leiðari á deildini fyri psykiatri. Hann er virkin í kjakinum um trúgv, sálarfrøði og sálarsjúku og hevur skrivað fleiri bøkur, m.a. “The Big Ego-Trip: Finding True Significance in a Culture of Self-Esteem”.

Í kvøld fer hann at greiða føroyingum nærri frá sínum sjónarmiðum um trúgv á Gud og sálarheilsu. Aftaná svarar hann spurningum frá hyggjarunum.

Tiltakið verður stroymt beinleiðis á Youtube og á Facebook-síðuni KFS Føroyar.

KFS stendur fyri Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder