Ulrik Wilbek er nokk best kendur sum hondbóltsvenjarin, sum flutti danskan kvinnuhondbólt uppá hægstu rók mitt í 1990 árunum, við at vinna OL, HM og EM og síðani vann tvey EM og kom í 2 HM finalur við danska manslandsliðnum nakað væl seinni.
Ulrik hevur eisini skrivað 4 bøkur, hevur hildið fyrilestrar um sínar royndir sum menniskja og sum leiðari, og í dag er hann eisini borgarstjóri í Viborg kommune.
Fríggjakvøldið 1. mai kann Ulrik Wilbek upplivast í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har hann fer at fortelja um sítt lív og fer at nema við sínar leiðsluroyndir eisini. Einans 300 atgongumerki eru til sølu og eingin eykasýning verður.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald