Innanlands

Fyrilesturin hjá íslendska forsetanum verður í morgin

Fyrst varð vitjanin hansara útsett í eina viku vegna koronu, og nú er tað tarnaða flogferðslan, sum er orsøkin

(Mynd: forseti.is)

(Mynd: forseti.is)

2022-05-09 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrilesturin hjá íslendska forsetanum, Guðni Thorlacius Jóhannesson í Kongshøll skuldi upprunaliga verða mánadagin 2. mai, men eftir at hann fekk staðfest koronu, noyddist útseta sína Føroyavitjan í eina viku, men nú er fyrilesturin útsettur enn einaferð.

Útsetti fyrilesturin, sum skuldi vera í dag, er nú fluttur til í morgin klokkan 17. Hesuferð er tað tarnaða flogferðslan, sum er orsøkin. Bæði í dag og í gjár hava verið seinkingar og avlýsingar orsakað av veðrinum.

Fyrilesturin hjá íslendska forsetanum, sum verður á enskum, ber heitið “Nationalism in Turbulent Times. Lessons for Small Nations in the North Atlantic”

Fyrilesturin er ókeypis og fyri øll, og mælt verður til, at fólk møta í góðari tíð, tí dyrnar lata aftur klokkan 17, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna. Neyðugt er við tilmelding.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder