Mentan

Fyrireika mentanarviku í Runavíkar kommunu

Mentanarvikan verður í døgunum 13. til 19. apríl

(Mynd: Mentanarvikan í Runavíkar kommunu)

(Mynd: Mentanarvikan í Runavíkar kommunu)

2020-02-27 20:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit ganga móti ljósari tíðum og Runavíkar kommuna er farin undir at fyrireika árligu mentanarvikuna, sum í ár verður í døgunum 13.-19. apríl.

Fyrireikarnir eru sera spentir og gleða seg til eina góða og innihaldsríka mentanarviku. Í fjør hepnaðist mentanarvikan - við meira enn 110 tiltøkum - sera væl. Nógv var at fara til, og forkunnug tiltøk vera enn havd á munni.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er sermerkt á tann hátt, at sjóneykan verður sett á søgu og samtíð, størri og smærri konsertir og list - umframt ymiskt skeiðsvirksemi, kjak og upplivingar av alskyns slag til allar aldursbólkar.

Tilboð frá áhugaverda og umfatandi handilslívinum verða eisini til Open by Night. Eins og í fjør verður mentanarvikan sjónlig í allari kommununi. Í næstum verður avdúkað, hvørji tónleikanøvn verða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder