Mentan

Fyrireika seg til at taka ímóti bankatoski

Útlendskur áhugi millum kokkar at arbeiða við ljósa toskinum av Føroyabanka

2019-03-13 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi mikudag fer havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur á Føroyabanka til árliga mars-túrin.

Eins og undanfarin ár er ætlanin, at matstovan Barbara fer at keypa tað, sum vónandi verður at fáa av toski og rognum umframt hýsu og høgguslokki.

Magnus verður aftur 27. mars, og tá koma royndu flekjararnir úr Leirvík, Ingvard Joensen, Ólavur Sjúrðaberg og Ólavur Høgnesen til Havnar at flekja og flakaskera fiskin.

29., 30. og 31 mars verða serlig Føroyabanka-kvøld á Barbaru. Stórur áhugi er fyri tiltakinum og eisini millum kokkar at sleppa at arbeiða júst við bankatoski. Soleiðis hevur ein enskur kokkur biðið lova sær at sleppa at vera við, tá Kári Kristiansen, høvuðskokkur á Barbaru fer at matgera burtur hesum heilt serliga slagi av toski, sum einans livir á Føroyabanka – eitt tilfeingi, sum av nógvum kennarum verður mett at vera sannur dýrgripur.

Til serligu bankatoskakvøldini verður franskt vín úr økinum Chablis skonkt. Jørðildið í Chablis er gamal havbotnur álíkt umhvørvinum, sum serliga ljósi toskurin á Føroyabanka livir í. 

[object Object]

 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder