
Í síðstu viku varð bjóðað til fyrireikandi fund fyri teimum, sum hava áhuga fyri smásølu og sum ynskja at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátapláss í Klaksvik.
Í fyrstu atløgu vóru tey bjóðað, sum hava sølu av vørum, ið eru framleiddar lokalt, so sum fisk, fugl, turt kjøt og annað. Ætlanin er at byggja á royndirnar hjá teimum, ið hava selt í smáu smáttunum hjá kommununi, og harvið geva teimum enn betri umstøður, soleiðis at hendan vinnan kann mennast enn meira.
Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini, sigur, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg í Klaksvík, har ætlanin somuleiðis er at gera eitt bátafelagshús, almenn WC og betra um umstøðurnar hjá bátaeigarunum.
- Peningur til fyrireikingar arbeiðið er avsettur í inniverandi árið, og ætlanin er at verkætlanin skal fremjast í hesari setuni. Tí heita vit á øll, sum sita inni við góðum hugskotum, um at koma og geva teirra íkasti til verkætlanina.
Enn er endalig avgerð ikki tikin til, hvar staðsetingin av sølutorginum verður, men semja er um, at verkætlanin skal fremjast í hesari býráðssetuni
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald