Innanlands

Fyrireikingar til nýtt 5G net í Klaksvík

Í dag varð gamla 22 metra høga masturin hjá Føroya Tele í Klaksvík tikin niður. Hon var sett upp miðskeiðis í 90-unum. Síðani varð nýggj mastur við hópin av nýggjum samskiftirútbúnaði sett upp

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2022-09-23 21:28 Author image
Dávur Winther
placeholder

Um allar Føroyar verða dagføringar gjørdar á netkervinum hjá Føroya Tele í hesum døgum.

Í dag varð gamla 22 m høga masturin hjá Føroya Tele í Klaksvík tikin niður. Hon var sett upp miðskeiðis í 90-unum. Síðani varð nýggj mastur við hópin av nýggjum samskiftirútbúnaði sett upp – henda masturin er 24 m og vigar um 6 tons við allari útgerðini á.

Í Klaksvík var í dag eitt netlið, sum stóð fyri at taka niður mastur, útbúnað og seta nýtt upp. Teirra millum tríggir mans úr Pólandi, sum umboða Ericsson í hesi verkætlanini.

Nú situr at kalla allur útbúnaður á mastrini og síðani fipurkaðalar inn í húsið. Hetta merkir samstundis, at tað, sum er inni í húsinum, er rættiliga lítið rúgvusmikið.

Gongst eftir vild og veðrið háttar sær, verður 5G-netið tilsett fyri árskiftið.

Alt tilfarið, sum verður tikið niður, verður so ella so endurnýtt. Kaðalar verða sendar til eina fyritøku í Danmark, ið endurvinnur kopar og aluminium, sum eru í leiðingunum. Ritbúnaðurin verður seldur longur suður í Europa, har hann eisini verður endurnýttur.

(Myndir og tekstur: Dávur Winther)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder